ein skaði hendir

 

 

Avmarka skaðan

Sum tryggingartakari hevur tú skyldu til at avmarka skaðan. Hetta merkir, at tú sum skjótast, eftir at skaðin er hendir, gert títt til at fyribyrgja ella steðga einum og hvørjum skaða, sum er umfataður av tryggingini.

 

Fráboða skaðan til TRYGD.

Skaðin skal fráboðast til Trygd sum skjótast á telefon 358100. Síðani vegleiða vit teg um, hvat víðari skal henda í málinum. Minni skaðar kunnu vit ofta avgreiða gjøgnum telefon. Harvið sleppur tú undan at skriva eina skaðafráboðan.

 

Melda skaðan til løgregluna

Bilskaði, fersluóhapp, stuldur, innbrot og herverkskaðar skulu meldast til løgregluna beinanvegin.

 

 

Legg til merkis

Tað er umráðandi, at ein skaði ikki verður umvældur, fyrr enn hann er sýnaður av TRYGD, ella at tú hevur fingið góðkenning frá TRYGD til, at skaðin kann umvælast. Verður skaðin umvældur uttan góðkenning frá TRYGD, kann tað føra til at endurgjald fellur burtur.

 



Prenta útSend við mail