ein skaði kemur á bilin

 

 

Avmarka skaðan.

 

Sum tryggingartakari hevur tú skyldu til at avmarka skaðan. Hetta merkir, at tú sum skjótast, eftir at skaðin er hendir, gert títt til at fyribyrgja ella steðga einum og hvørjum skaða, sum er umfataður av tryggingini. Síðani skal skaðin meldast til løgregluna.Skaðin skal fráboðast til TRYGD beinanvegin. Tú kanst útfylla eina skaðafráboðan og senda hana til TRYGD. Skaðafráboðanin, sum eitur akfarstrygd, er á okkara heimasíðu; tú finnur hana her. Eisini ber til at ringja til okkara og fáa vegleiðing um, hvussu tú meldar skaðan.

 

Legg til merkis:

TRYGD kann vísa skrokkskaðar frá sær, um felagið ikki hevur móttikið fráboðan um skaða í seinasta lagi 14 dagar eftir skaðadagin, ella um skaðin ikki er fráboðaður løgregluni.

 



Prenta útSend við mail