ein skaði kemur á sethúsini

 

Avmarka skaðan

Sum tryggingartakari hevur tú skyldu til at avmarka skaðan. Hetta merkir, at tú sum skjótast eftir at skaðin er hendir, gert títt til at fyribyrgja ella steðga einum og hvørjum skaða, sum er umfataður av tryggingini. Er talan um herverk ella stuldur, so skal hetta meldast til løgregluna.

Skaðin skal fráboðast til TRYGD beinanvegin. Tú kanst ringja til okkara og fáa vegleiðing um, hvørja skaðafráboðan tú skalt útfylla.
 

Legg til merkis:

Tað er umráðandi, at ein skaði ikki verður umvældur, fyrrenn hann er sýnaður av TRYGD, ella at tú hevur fingið góðkenning frá TRYGD um, at skaðin kann umvælast. Verður skaðin umvældur uttan góðkenning frá TRYGD, kann tað føra til at endurgjald fellur burtur.
Tú kanst lesa meira um mannagongd viðvíkjandi umvæling av bygningsskaða her
 


Prenta útSend við mail