ið ein skaði hendir uttanlands

 

 

Ferðatrygd

Minst til at hava tað orange kortið við (Travel insurance card).
Ferðatryggingarskaðar skulu fráboðast til Gouda á telefon (+45) 4425 8100.
 
Um skaði kemur á títt viðføri, um viðførið er seinkað, ella tað verður stolið í samband við flogferð, so set teg í samband við kunningardiskin á flogvøllinum. Tú skalt hava eitt PIR skjal frá kunningardiskinum, tá tú meldar hetta til Trygd.
 
Um tú ert uttanlands, so skalt tú melda stuldur, herverk, ferðsluóhapp og innbrot til nærmastu politistøð. Løgreglan í Føroyum tekur ikki ímóti hesum fráboðanum.
 
Hendur stuldurin í Danmark, so hevur tú møguleika at fara inn á heimasíðuna hjá løgregluni í Danmark www.politi.dk ella tryst her og fráboða stuldurin. Minst til at printa fráboðanina út, soleiðis at avrit kann verða sent til Trygd.
 
 

Bilskaðið uttanlands

Um tú fært skaða á tín bil, og bilurin er skrokktryggjaður, so kanst tú ringja til SOS International á telefon (+45) 7010 5050. Um bilurin er skrokktryggjaður, so minst til tað reyða kortið; tað er títt prógv fyri, at bilurin er skrokktryggjaður.
 
Um bilurin er ábyrgdartryggjaður, er tað týdningarmikið at fáa navn, bústað, telefonnummar, nummarplátu og navn á tryggingarfelag hjá mótpartinum. Minst til tað grøna kortið, tað er títt prógv fyri, at bilurin er ábyrgdartryggjaður.
 
Hevur tú Trygd bilhjálp, so kanst tú ringja til Euroservice á telefon (+45) 7942 4242
 
Um tú ert uttanlands, so skalt tú melda stuldur, herverk, ferðsluóhapp og innbrot til nærmastu politistøð. Løgreglan í Føroyum tekur ikki ímóti hesum fráboðanum.
 
 
 

Prenta útSend við mail