Ferðatrygd

Ferðatrygd
Vit hava røttu ferðatryggingina til tín, annaðhvørt tú ferðast sjáldan ella javnan. Vel millum Ársferðatrygd, Stakferðatrygd og Avboðstrygd. 

Vit bjóða tryggingar, sum tryggja teg, áðrenn ferðin byrjar, og meðan tú ferðast. Ivast tú í, hvør trygging er tann rætta til tín, ert tú altíð vælkomin at spyrja okkum - so hjálpa vit tær at finna røttu loysnina. 


3 fyrimunir

  • Ferðast upp í 60 dagar

  • Eingin eyka transfertíð

  • Avboðstrygd er altíð við


Ársferðatrygd - alt í einum

Við Ársferðatrygd fært tú ferðatrygging og avboðstrygging í einum og sama pakka. Tú sleppur undan at hugsa um tryggingina, hvørja ferð tú skalt uttanlands, tí tryggingin er altíð galdandi. Ferðastøðini eru býtt í tveir meginbólkar - tú kanst velja millum Evropa og allan heimin.


Ársferðatrygd fevnir um alt húskið og er galdandi fyri allar privatar frítíðarferðir, eisini lestrarferðir og lestrarørindi, upp í 60 dagar. Avboðstrygd er altíð ein partur av Ársferðatrygd, og vit krevja ikki eyka transfertíð (t.e. bíðitíð á flogvøllinum, sum tú steðgar á), um tú skalt ferðast víðari út í heim.


Stakferðatrygd - tá ið tú ferðast sjáldan

Ferðast tú ikki so ofta, kann Stakferðatrygd vera rætta tryggingin til tín. Tú kanst velja at tryggja teg á ferð í Norðurlondum og Stórabretlandi, Evropa ella í øllum heiminum. Kostnaðurin fyri Stakferðatrygd veldst um, hvagar leiðin gongur, hvussu nógv fólk skulu avstað, og hvussu leingi tú skalt vera uttanlands. Velur tú Stakferðatrygd, mæla vit tær eisini til at tekna Avboðstrygd, so tú fært endurgjald, um tú mást avlýsa ferðina t.d. vegna sjúku. 


Trygd Emergency Centre

Hevur tú brúk fyri tínari ferðatrygging, so kanst tú ringja til Trygd Emergency Centre, óansæð hvar í verðini tú ert. Telefonin svarar 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið. 

Telefon (+45) 44 25 81 00

Fax (+45) 33 15 60 61

 

Viðkomandi skjøl

  • Tak niður faldara um Ferðatrygd her
  • Tak niður treytir fyri Ársferðatrygd her
  • Tak niður skjal um Landafrøðilig økið til Ársferðatrygd her
  • Tak niður skjal um medisinska undanmeting (forhåndsgodkendelse) her
  • Tak niður treytir fyri Stakferðatrygd her
  • Fá eitt óbindandi tilboð