Viðgerðartrygd

Endamálið við Viðgerðartrygd er at tryggja tær og tínari familju skjóta og góða viðgerð, um tit gerast sjúk ella fáa skaða.

Við Viðgerðartrygd sleppur tú til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at skaðafráboðanin er góðkend. Skjóta viðgerðin økir um møguleikan fyri at koma skjótt fyri teg aftur. 

Børn undir 24 ár eru fevnd av tryggingini, um bæði foreldur (ella sambúgvar) hava Viðgerðartrygd. Hevur bara annað foreldri Viðgerðatrygd, kunnu børn teknast fyri ein kostnað.

Viðgerðartrygd

Tryggingin fevnir um

  • Fysioterapi
  • Viðgerð hjá serlækna
  • Ergoterapi
  • Viðgerð hjá sálarfrøðingi

Víðkað Viðgerðartrygd

Tú kanst víðka tryggingina, soleiðis at hon fevnir um endurgjald fyri flogferðir millum Føroyar og Danmark í sambandi við viðgerðina, um tú skalt til Danmarkar til viðgerð.

Soleiðis gert tú, um tú hevur tørv á viðgerð

  • Far til tín kommunulækna og fá læknaváttan fyri skaðan/sjúkuna

  • Fyll út eina skaðafráboðan á gjensidige.dk.
    Tú kanst eisini ringja +45 70 10 90 09, har sjúkrarøktarfrøðingar kunnu hjálpa tær at fylla skaðafráboðanina út.

  • Um skaðafráboðanin verður góðkend, sleppur tú til eina kanning ella viðgerð innan 10 arbeiðsdagar.

  • Ein treyt fyri, at skaðafráboðanin kann verða góðkend, kann m.a. vera, at skaðin ella sjúkan hevur við sær eina munandi viknaða heilsustøðu, og at heilsustøðan skal batna við viðgerð. Allar skaðafráboðanir verða viðgjørdar eftir galdandi treytum hjá Gjensidige. Treytirnar finnur tú í niðanfyri.

Tað við smáum

Ofta settir spurningar

Hvat kostar Viðgerðartrygd?

Prísurin er ymiskur eftir aldri: 

0-21 ár: 749 kr. um árið.

18-27 ár: 2.752 kr. um árið.

28-60: 2.956 kr. um árið. 

60+: Tá hækka prísirnir so líðandi.

Børn undir 21 eru ókeypis, um bæði foreldur (ella sambúgvar) tekna Viðgerðartrygd.

Dekkar tryggingin uttanlands?

Nei, um tú verður sjúk/ur uttanlands, so dekkar Viðgerðartrygd ikki viðgerðina í útlandinum. Tá hevur tú tørv á Ferðatrygd, sum millum annað veitir endurgjald fyri læknaviðgerð, heimferð og oyðilagda ferð.

Dekkar tryggingin útgreining av sálarsjúkum?

Ja, tryggingin dekkar útgreining av nøkrum sálarsjúkum. Til dømis kanst tú fáa fulnað fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi í sambandi við strongd ella útgreining av løttum tunglyndi. Tryggingin gevur eisini fulnað fyri útgreining og medisinska viðgerð hjá einum sálarsjúkulækna fyrstu upp til seks mánaðir. 

Tryggingin dekkar ikki:

Útgreining av ADHD, ADD ella autismu.

OCD ella fylgissjúkur av hesum, undir hesum angst orsakað av tvingsilshandlingum.
 
Álvarsligar sálarsjúkur so sum skizofreni, demens PTSD ella ringt tunglyndi. 

Aðrar viðkomandi tryggingar

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd

Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, ið veitir tær hjálp, um tú fært skaða av einum vanlukkutilburði.

Barnavanlukkutrygd

Barnavanlukku­trygd

Hevur tú børn, er tað skilagott at tekna eina Barnavanlukkutrygd.

Ársferðatrygd

Ferðatrygd

Tryggja teg móti ymiskum óvæntaðum tilburðum, ið kunnu tarna ella oyðileggja tær ferðina.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum

35 81 00

Send teldubræv