Treytir til verkstaðir

Í Trygd leggja vit stóran dent á, at verkstaðirnir veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, og tískil seta vit krøv til verkstaðirnar, sum vit samstarva við. Vit samstarva bæði við fyrimunarverkstaðir og góðkendar verkstaðir. 

Góðkendir verkstaðir

Vit seta hesi minstukrøv til bilverkstaðir, til tess at teir kunnu verða góðkendir til at umvæla skaðar fyri okkara viðskiftafólk.

  • Treytir frá Arbeiðseftirlitinum verða fylgdar.

  • Umvælingar verða fylgdar eftir ásetingunum frá framleiðarunum.

  • Autotaks skipanin verður brúkt.

  • Verkstaðurin skal hava eitt pláss, har bilvrakið kann standa, til tryggingarviðurskiftini eru avgreidd, og vrakið er selt ella burturbeint.

  • Allar karrosseríumvælingar/-rættingar og lakkeringar skulu kunna gerast á verkstaðnum. Undir hetta kemur eisini umvæling/útskifting av plasti, folie, stafferingum og áskriftum. Hesar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.

  • Verkstaðurin hevur ábyrgdina av øllum mekaniskum umvælingum, undir hesum eisini sporing og tøming/áfylling av køliskipanum. Mekaniskar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.

  • Verkstaðurin skal hava góðkenda verkstaðstrygging.

Fyrimunarverkstaðir

Umframt góðkendu verkstaðirnar hevur Trygd gjørt serliga samstarvsavtalu viðvíkjandi sýni og umvæling av skaðum á persón- og vørubilar. Hesir verkstaðir verða nevndir Fyrimunarverkstaðir. Umframt omanfyrinevndu krøv skulu Fyrimunarverkstaðirnir kunna skjalprógva, at teir lúka hesi krøv:

  • Víðkað krøv til leigubilar (ikki eldri enn 2 ár)

  • DTI góðkenning

Verður bilurin umvældur á einum Fyrimunarverkstaði, fært tú hesar tænastur umframt:

  • Allar lyktir og ljós verða kannað

  • Dekkini verða kannað (dekktrýst, um tey eru lóglig osv.)

  • Viskarar verða kannaðir

  • Sprinklaraløgur verður kannaður og áfyltur um neyðugt

  • Oljan verður kannað og skift, um neyðugt

  • Bilurin verður latin tær aftur í reinum og góðum standi

  • Skjal verður útfylt, sum vísir, hvat er kannað

  • Um tú hevur ískoytistryggingina Bilhjálp, fært tú leigubil, meðan skaðin verður umvældur

Tú sært yvirlit yvir allar Fyrimunarverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir her.