Næmingur í Trygd

Næmingur í Trygd
Vilt tú verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan?

Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi og dynamiskt lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum.

Um teg
Tú ert ágrýtin, tær dámar at læra og at fáast við kundarøkt. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, ella verður liðug/ur í summar.

Umsókn
 Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:

  • Hví tú ynskir lærupláss  

  • Hvørjar lærugreinir í skúlanum tær dámar best  

  • Hvørji frítíðarítriv tú hevur  

  • Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðini  

  • Okkurt um teg sjálva/n, sum tú metir hevur okkara áhuga

  • Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita, kanst tú her á heimasíðuni lesa meira um sjálva útbúgvingina, próvtøku, løn og arbeiðstíð og møguleikar eftir lokna lærutíð. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum á hr@trygd.fo ella við at ringja 358 100.
 
Send okkum tín umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til hr@trygd.fo ella til: Trygd, Oknarvegur 5, 100 Tórshavn, att. Brian Smedemark.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 13. apríl 2018.