Løn og arbeiðstíð

Næmingalønin er 14.998 kr. um mánaðin 1. árið og 16.664 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert vorðin tryggingaratstøðingur, er byrjanarlønin umleið 25.065 kr. um mánaðin. Umframt lønina, verður 4% rinda í pensjón í lærutíðini. Hesar upphæddir eru galdandi fyri árið 2018.

Meðan tú ert í læru, kemur tú at verða fevndur av hesum tryggingum: Heilsutrygging, Samlagstrygging og Trygging við hættisligari sjúku.  

Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet.