Soleiðis kanst tú søkja um stuðul frá Trygd

Í Trygd arbeiða vit altíð sambært okkara virðisgrundarlagi: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Tí velja vit eisini at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til okkara virði.

Vit fáa á hvørjum ári eina rúgvu av áhugaverdum stuðulsumsóknum, og vit ynskja sum felag eisini at skapa møguleikar innan t.d. ítrótt, mentan og onnur átøk kring landið.

Tað er tó ikki møguligt at stuðla øllum, og tí mugu vit avmarka okkum, tá ið vit viðgera stuðulsumsóknir.


Trygd diskur

Skrivlig umsókn

Ætlar tú at søkja um stuðul, skalt tú senda okkum eina skrivliga umsókn við telduposti, har greitt verður frá:

  • Hvat stuðul verður søktur til
  • Hvørja upphædd søkt verður um
  • Hvat upphæddin skal brúkast til
  • Hví mett verður, at Trygd skal lata stuðul 

Hesum stuðla vit ikki

  • Fløgu- og bókaútgávum
  • Námsferðum / Uttanlandsferðum
  • Rakstur
  • Átøkum, ið ikki verða hildin í Føroyum
  • Kommunalum ella almennum tiltøkum/átøkum