Rakstrartap

Rakstrartap
Ymiskar skaðahendingar kunnu ávirka umsetningin hjá virkinum.

Serliga skaðar í sambandi við eld og framleiðsluútgerð kunnu bera við sær, at framleiðslan verður darvað, ella at hon steðgar í eitt longri tíðarskeið.

Dømi um skaðar, sum kunnu ávirka umsetningin:

  • Eldur í bygningi

  • Eldur ella ravmagnsskaði á framleiðsluútgerð

  • Vatnskaði, sum stendst av útstreymandi vatni frá HVS- rørútbúnaði

Soleiðis verður skaðin endurgoldin:

  • Endurgjald fyri fíggjarligt tap, sum virkið fær orsakað av minking í umsetningi

  • Endurgjald fyri lønarútreiðslur, sum virkið er bundið av

  • Endurgjald fyri flutningsútreiðslur ella leigu av øðrum hølum

Tí mæla vit til, at øll virki í minsta lagi hava eina Rakstrartapstrygging. Eisini er tað skilagott at umhugsa eina Maskinrakstrartapstrygging.

Ráðgeving við støði í tykkara tørvi

Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar