Sethúsatrygd
Heimið er tryggi karmurin um lívið hjá tær og familjuni, tí er tað umráðandi at hava røttu tryggingina.
Tú kanst vera óheppin og koma út fyri, at húsini fáa skaða, og tá er hent at hava eina sethúsatrygging.
Tú kanst vera óheppin og koma út fyri, at húsini fáa skaða, og tá er hent at hava eina sethúsatrygging.
Hvussu roknar tú endurgjald
Tað er umráðandi, at húsini verða hildin við líka, og at neyðugar ábøtur verða gjørdar. Meginreglan er, at fult endurgjald verður rindað fyri lutir, um virðið á lutunum ikki er minkað við meira enn 30%.