Trygd søkir eftir næmingum

Trygd søkir eftir næmingum
Útbúgvingin tekur tvey ár og er býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part.​

Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum. 

Sjálva lærutíðina ert tú sum næmingur ein partur av starvsfólkatoyminum í Trygd, meðan skúlagongdin er saman við øðrum næmingum úr tryggingarfeløgum.

Lærutíðin byrjar 1. september 2023. Tú hevur tó møguleika at byrja sum avloysari frá 1. juni fram til lærutíðin byrjar, um hetta hevur áhuga.
 

Skúlin
Skúlin verður tikin í lærutíðini. Forsikringsakademiet stendur fyri skúlanum. Øll útbúgvingin verður tikin í Føroyum. Útbúgvingin hevur til endamáls at geva tær fakliga vitan innan fíggjarheimin, samfelagsviðurskifti og tryggingar hjá bæði privat- og vinnukundum.

 

​Fjøltáttað útbúgving
Tá ið lærutíðin byrjar, gera vit eina ætlan, sum vísir, á hvørjum økjum hjá Trygd tú skalt starvast, og hvussu leingi tú verður á hvørjum øki. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tú fært eina so fjøltáttaða útbúgving sum gjørligt.
 

Próvtøka
Sjálv útbúgvingin endar við einari fakligari roynd, ið umfatar ein kundafund og eina skriftliga verkætlan, ið skal leggjast fram munnliga. Fakliga verkætlanin verður framleidd og dømd seinasta lestrarhálvárið av útbúgvingini.


Umsóknarfreist: 28. februar 2023

 

Søk her.

 

 

Næmingur í Trygd