Um útbúgvingina

Útbúgvingin tekur tvey ár og er býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part.
Sjálva lærutíðina ert tú sum næmingur ein partur av starvsfólkatoyminum í Trygd, meðan skúlagongdin er saman við øðrum næmingum úr peningastovnum og tryggingarfeløgum.
Skúlin
Skúlin verður tikin í lærutíðini. Finansraadet, Finanssektorens Uddannelsescenter og Trygd standa fyri skúlanum í felag. Øll útbúgvingin verður tikin í Føroyum. Útbúgvingin hevur til endamáls at geva tær fakliga vitan innan fíggjarheimin, samfelagsviðurskifti og tryggingar hjá bæði privat- og vinnukundum.
Fjøltáttað útbúgving
Tá ið lærutíðin byrjar, gera vit eina ætlan, sum vísir, á hvørjum økjum hjá Trygd tú skalt starvast, og hvussu leingi tú verður á hvørjum øki. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tú fært eina so fjøltáttaða útbúgving sum gjørligt.