Rossatrygd

Rossatrygd
Eigur tú ross, kanst tú tekna eina lívstrygging til rossið hjá okkum.

Rossalívstrygd er ein lívstrygging til ross, sum veitir endurgjald, um rossið doyr orsakað av sjúku ella vanlukku. Tryggingin tekur eisini við, um rossið fær skaða undir flutningi, ella um djóralækni mælir til at avlíva rossið vegna sjúku, vanlukku ella skaða. Tú kanst harumframt velja at tryggja rossið fyri varandi og ólekjandi sjúku ella mein í beinunum.

Tryggingin kann teknast, frá tí at fylið er minst 9 dagar gamalt, og inntil tað er 19 ár. 

Tekna tryggingina í dag

Ynskir tú at tryggja rossið, skalt tú bert fylla út umsóknarblaðið í høgra bredda. Hevur tú spurningar, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Viðkomandi skjøl