• Sýnsfólk til Trygd

    Sýnsfólk til Trygd

    Vit sóknast eftir einum fyrikomandi og tænastusinnaðum sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt.

    Brennur tú fyri at veita eina góða tænastu, og einum arbeiði við  fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, so ert tú møguliga okkara nýggja sýnsfólk.

    Um starvið

    Tín uppgáva verður, saman við okkara núverandi sýnsfólki, at sýna allar bygningsskaðar, leysafæskaðar og flutningsskaðar. Talan er um  eitt hálvtíðarstarv, har tú eisini kemur at hava telefonvakt annaðhvørt vikuskifti.

    Um teg

    Tú skalt hava handverkaraútbúgving við drúgvum royndum ella hægri útbúgving innan økið. Harumframt skalt tú kunna arbeiða í eini vaktarskipan, hava gott yvirlit og telduførleika á vanligum brúkarastigi. Tú skalt vera kundavinarlig/ur og harumframt kunna arbeiða væl í toymi og undir trýsti. Koyrikort er eitt krav.

    Um okkum

    Trygd er eitt sterkt, nútímans tryggingarfelag, ið bjóðar skaðatryggingar til privatpersónar og virkir.Umleið 25 starvsfólk starvast í Trygd, og vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar. Gerandisdagurin er merktur av samstarvi og hjálpsemi, og vit raðfesta at varðveita og menna eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

    Meira at vita

    Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ellu Mortensen, deildarleiðara, á telefon 55 81 11 ella á elm@trygd.fo.

    Umsókn

    Send tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til HR@trygd.fo ella:

    Trygd, Oknarvegur 5, Postboks 44, 110 Tórshavn, att: Ella Mortensen

    Umsóknarfreistin er 4. mai, og starvið verður sett skjótast gjørligt.