Meira um Tøknitrygd

Ein ískoytistrygging til Familjutrygd

Á tryggingarskjali tínum fyri Familjutrygd sært tú, um tú hevur teknað ískoytistryggingina Tøknitrygd. Tryggingin fevnir um el-tól, ið kunnu bólkast sum vanligt privat innbúgv (grein 1.4.4) og serligt privat innbúgv (grein 1.4.6). Um tú hevur Tøknitrygd, so eru hesi el-tól fevnd av tryggingini, til tey eru 4 ára gomul. Fyri at fáa endurgjald, er tað ein treyt, at skaðin ger lutin óbrúkiligan. 

Tryggingin veitir endurgjald fyri allar innanífrá komandi skaðar á elektrisk tól. Tað vil siga feilir, sum henda, og sum ikki hava nakra beinleiðis skaðaorsøk, og sum ikki koma undir aðrar skaðaorsøkir ella undantøk, ið nevnd eru í treytunum fyri Familjutrygd nr. 7-03.
 

Dømi um undantøk eru m.a.:

  • Vanligt viðlíkahald, herundir uppdateringar av ritbúnaði (software).

  • Um skadda el-tólið er dekkað av garantii frá øðrum veitara.

  • Skaða orsakað av virusálopi, teldusníkum og líknandi.

  • Skaði á motorrikin urtagarðsamboð, el-skutarar og el-lutir, ið bert verður nýttir uttandura.

  • Brúkt tól, ið høvdu skaða, tá tey vórðu keypt.

Tað er ein sjálvsábyrgd galdandi fyri ein og hvønn skaða á tryggjaðu lutirnar. Sjálvsábyrgdin er nevnd í tryggingarskjalinum. Tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at skaðin ger lutin óbrúkiligan, og at luturin kann latast Trygd. Aldurin á lutinum avger støddina á endurgjaldinum.


Goym kvittanir og onnur prógv

Tað er týdningarmikið at minnast til at goyma keypskvittanir, flytingarváttanir og líknandi skjøl, ið kunnu prógva aldurin á lutinum. Hetta tí at tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at aldurin á skadda lutinum kann skjalprógvast.