Ítróttarfólk á
uttanlandsferð

Ítróttarfólk á

Tá ið tú sum ólønt ítróttarfólk fert uttanlands at íðka
 

Familjutrygd
Tá ið tú sum íðkari ferðast uttanlands, og hevur Familjutrygd, er títt viðføri fevnt av hesari trygging. Er talan um serliga útgerð, sum skal brúkast í sambandi við ítróttargreinina, t.d. dýrar súkklur o.a., mæla vit tær til at spyrja okkum, hvussu útgerðin er tryggjað á ferðini. Orsøkin er, at endurgjaldið kann vera avmarkað, og at tað tí kann gerast neyðugt at tillaga tína trygging. Tryggingin fevnir eisini um ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur kann ábyrgdast fyri, meðan tú ert á ferð.

Ferðatrygd
Áðrenn tú fert uttanlands, er tað týdningarmikið, at tú hevur tryggjað teg móti ymiskum óvæntaðum tilburðum, ið kunnu tarna ella oyðileggja ferðina, t.d. sjúka, seinkað viðføri, stuldur o.a.

Ársferðatrygd – alt í einum
Við ársferðatryg fært tú ferðatrygging og avboðstrygging í einum og sama pakka. Tú skalt bert velja tað økið, ið tryggingin skal fevna um - Evropa ella allan heimin. Ársferðatrygging fevnir um alt húskið og er galdandi fyri allar privatar frítíðarferðir í upp til 60 dagar.
 

Stakferðatrygd – tá ið tú ferðast sjáldan
Ferðast tú ikki so ofta, kann Stakferðatrygd vera rætta tryggingin til tín. Tryggingin tryggjar teg á ferðum í Norðurlondum og Stóra Bretlandi, Evropa ella í øllum heiminum – tú velur økið. Við Stakferðatrygd mást tú minnast til eisini at tekna eina avboðstrygging í seinasta lagi samstundis, sum tú keypir ferðina.

Vanlukkutrygd
Av tí at vanlukkutryggingin til ítróttarfólk hjá ÍSF bert tryggjar teg, meðan tú ert í Føroyum, er tað umráðandi, at tú teknar eina vanlukkutrygging, áðrenn tú fert uttanlands at luttaka í ymiskum kappingum. Tá ið tú teknar Vanlukkutrygd hjá okkum, fært tú endurgjald, um tú fært varandi mein á í minsta lagi 5% orsakað av einari skaðahending. Eisini verður endurgjald veitt fyri t.d. fysioterapi, kiropraktorviðgerð o.a. í sambandi við ein vanlukkutilburð. Ein vanlukkutilburður er at skilja sum “ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða.” Privat Vanlukkutrygd kann eisini víðkast til at fevna um deyða í sambandi við ein vanlukkutilburð. Tryggingin er ein heiltíðarvanlukkutrygging, ið tryggjar teg alt samdøgrið.

Viðgerðartrygd
Tá ið tú ert íðkari, kann ein viðgerðartrygging vera sera hent at hava. Við Viðgerðartrygd kanst tú tryggja tær skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða. Tú sleppur undan langari bíðitíð til viðgerðina, og harvið økir tú møguleikan fyri at sleppa skjótari aftur til vanliga gerandisdagin við arbeiði og ítrívi. Við Viðgerðartrygd sleppur tú til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at skaðafráboðanin er góðkend.

Tá ið tú sum lønt ítróttarfólk, venjari ella annað hjálparfólk fert uttanlands at íðka

 

Vinnuferðatrygd
Feløg, ið senda løntar íðkarar til kappingar uttanlands, skulu tekna eina vinnuferðatrygging. Løntir íðkarar eru ikki fevndir av egnari privatari ferðatrygging. Tað sama er galdandi fyri løntar venjarar, fysioterapeutar, læknar og onnur, ið eru við í ferðalagnum. Umframt vanligu fulnaðirnar sum eitt nú sjúkuviðgerð, heimflutning, viðførisseinking o.a. hevur okkara Vinnuferðatrygd eisini ein fulnað, sum ger tað møguligt at senda annan persón avstað við ferðalagnum, um ein persónur gerst sjúkur og tað tí er neyðugt við avloysara. Vinnuferðatrygd kann teknast sum ein ársferðatrygging ella sum ein trygging, ið bert fevnir um einstøku ferðina. Við Vinnuferðatrygd mást tú minnast til eisini at tekna eina avboðstrygging í seinasta lagi samstundis, sum tú keypir ferðina. 

 

Tosa við okkum

Viðkomandi skjøl