Boða okkum frá her, um uttanlandsferðin er ávirkað av koronavirusi
Ferðaskaði og endurgjald í sambandi við koronavirus (COVID19)
Er tín uttanlandsferð ávirkað av koronavirusi, skalt tú fylla út og senda okkum skaðafráboðanina niðanfyri.
Um tú gevur okkum so neyvar og fullfíggjaðar upplýsingar sum gjørligt, kunnu vit skjótari avgreiða skaðafráboðanina og veita endurgjaldið.
Tá ið tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, gevur tú samstundis Trygd heimild til at tosa við onnur tryggingarfeløg tína vegna til tess at fáa lutvíst ella fult endurgjald fyri skaðan.