Løn og arbeiðstíð

Næmingalønin er 16.402 kr. um mánaðin 1. árið og 18.225 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert vorðin tryggingaratstøðingur, er byrjanarlønin umleið 27.500 kr. um mánaðin. Umframt lønina, verður 9% rinda í pensjón í 2023 og 10% í 2024. 

Meðan tú ert í læru, kemur tú at verða fevndur av hesum tryggingum: Heilsutrygging, Samlagstrygging og Trygging við hættisligari sjúku.  

Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet.