• Trygd og H71 hava longt samstarvið

    Trygd og H71 hava longt samstarvið

    Trygd og H71 hava longt samstarvsavtaluna, ið merkir, at Trygd eisini næstu tvey árini verður at síggja á blusunum hjá besta mansliðnum hjá H71.
    Trygd verður sostatt framhaldandi partur av stuðulstoyminum hjá H71 og verður við til at tryggja góðu gongdina, sum hoyvíkingar hava havt seinastu árini - ikki minst í fjør, tá ið besta mansliðið gjørdist greipuvinnari.


    Tá ið H71 varð stovnað, búðu bert eini 70 fólk í Hoyvík. Í dag er fólkatalið næstan 4000, og í Hoyvíkshøllini hittast hundraðtals børn og vaksin hvønn dag. Hetta merkist eisini í H71, sum í dag er tað skjótast vaksandi felagið í Føroyum. Janus Thomsen, stjóri í Trygd, er fegin um longda samstarvið, “H71 hevur stóran týdning fyri Hoyvíkina og hoyvíkingar. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit framhaldandi at stuðla menningini av hondbóltinum og hondbóltslívinum í Hoyvík”.

    (Á myndini eru Anna Dam, forkvinna í H71, Leivur Mortensen og Sigmundur Nolsøe, leikarar í H71, og Janus Thomsen, stjóri í Trygd.)