• Vaksandi inntøkur og stórir skaðar í fyrra hálvári

    Vaksandi inntøkur og stórir skaðar í fyrra hálvári

    Fyrra hálvár hjá Trygd var merkt av einstøkum stórum skaðum umframt vaksandi inntøkum. Stóru skaðaútreiðslurnar ávirkaðu hálvársroknskapin hjá felagnum, sum hevði 1 mió. kr. í avlopi fyri skatt. Til samanberingar var úrslitið fyri sama tíðarskeið í fjør 5,1 mió. kr.     

    “Seinastu árini hava vit fingið nógv nýggj viðskiftafólk, samstundis sum lutir og ognir, sum verða tryggjað, bæði eru vorðin virðismiklari og fleiri í tali. Hetta sæst aftur í vaksandi inntøkum frá tryggingargjøldum, og tað fegnast vit sjálvandi um. Fyrra hálvár í ár høvdu vit tó lutfalsliga stórar skaðar, og avlopið er tí minni enn upprunaliga væntað. At hjálpa viðskiftafólkunum, tá ið skaðin er hendur, er kjarnin í okkara virksemi, og tí eru vit nøgd við gongdina, hóast avlopið er verri enn væntað,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

    Bruttotryggingargjøldini hjá Trygd hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør eru tey hækkað við 7,7 mió. kr. Orsakað av stóru skaðunum eru skaðaútreiðslurnar eisini hækkaðar samsvarandi og eru sostatt 8,4 mió. kr. hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

    20 ár við Trygd og fríari kapping

    Í ár kann Trygd hátíðarhalda 20 góð ár á føroyska marknaðinum, og føroyingar kunnu gleðast um at hava fingið lagaligari prísir og betri tryggingar hesi tvey áratíggjuni, meðan kapping hevur verið á føroyska tryggingarmarknaðinum. Trygd hevur staðið seg avbera væl hesi seinastu 20 árini, og felagið leggur seg støðugt eftir at menna nýggjar og nútímans tryggingar, og hetta hevur eisini havt øktar inntøkur við sær.

    “Vit lurta eftir tørvinum hjá viðskiftafólkunum og dagføra javnan verandi tryggingar og menna nýggjar, tá ið tørvur er á tí. Tað eru viðskiftafólk okkara glað um, og tað er júst tað, ið hevur størstan týdning fyri okkum. Vistartrygd eitur nýggjasta tryggingin, ið kom á marknaðin í summar. Hon er serliga snikkað til teirra, ið leiga bústaðin út til ferðafólk og er samstundis hin einasta av sínum slagi í Føroyum,” sigur Brian Smedemark.  

    Góð útlit fyri seinna hálvár

    Hóast avlopið í fyrra hálvári var verri enn væntað, metir Trygd framtíðarvónirnar vera góðar. Felagið væntar, at harða kappingin millum føroysku tryggingarfeløgini fer at halda fram, og at inntøkurnar fara at hækka nakað, tað ið eftir er av 2018. Leiðslan væntar, at ársúrslitið eftir skatt verður 4-6 mió. kr. treytað av, at skaðagongdin kemur í eina meira vanliga legu.

    Hálvársroknskapurin í stuttum

    - Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 1 mió. kr. samanborið við 5,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Hálvársúrslitið eftir skatt var 0,8 mió. kr. samanborið við 4,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Tryggingartekniska úrslitið var 1,2 mió. kr. samanborið við 4,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 7,7 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 70,1 mió. kr.

    - Skaðaútreiðslurnar vóru 37,9 mió. kr. í fyrra hálvári 2018 samanborið við 29,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 44,1 mió. kr. samanborið við 37,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.  

    - Bruttoskaðaprosentparturin var 68,1% samanborið við 66,4% sama tíðarskeið í fjør.

    Nærri upplýsingar

    Brian Smedemark, stjóri: telefon 358 101, teldupostur: brs@trygd.fo