• Trygd og Landsverk samstarva um fyribyrging av  ferðsluóhappum

    Trygd og Landsverk samstarva um fyribyrging av ferðsluóhappum

    Á hvørjum ári verða fleiri fólk álvarsliga skadd ella doyggja í ferðsluni í Føroyum. Skal fyribyrgingararbeiðið á økinum gerast betri, er neyðugt við tøttum samstarvi millum fleiri partar um skráseting og gransking av ferðsluóhappum. Tað er tí gleðiligt, at Trygd nú við GPS-tøkni kann hjálpa Landsverki at bøta um trygdina hjá ferðandi á landsvegunum. Felags endamálið er at fyribyrgja álvarsligum ferðsluóhappum.

    Tá ið bilførarar seta seg í samband við Trygd fyri at boða frá bilskaða, er tað ikki bert peningaliga endurgjaldið, ið verður viðgjørt. Síðani ársskiftið hevur Trygd eisini brúkt GPS-støðuna hjá bilum, sum hava verið í ferðsluóhappum, til at skráeta tey vegastrekki, har ferðsluóhappini henda. GPS-dáturnar verða síðani latnar Landsverki, ið á tann hátt fær virðismikla vitan um, hvørjir vegateinar eru serliga vandamiklir.

    ”Við at skráseta vegastrekki, har ferðsluvanlukkur henda, eru vit við til at fyribyrgja, at líknandi vanlukkur aftur henda í ferðsluni. Hetta er eitt sera týðandi arbeiði, og tí geva vit fegin okkara íkast,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

    Tað er Landsverk, ið varðar av landsvegakervinum, og sum arbeiðir miðvíst við at røkka nullvisjónini – at eingin skal fáa álvarsligan skaða ella doyggja í ferðsluni í Føroyum.

    “Í arbeiðinum at fyribyrgja ferðsluóhappum eru slíkar skrásetingar av alstórum týdningi. Afturat ferðsluteljingum, ferðmátingum og skráseting av ferðsluóhappum frá løgregluni, fáa vit nú eisini sera viðkomandi upplýsingar frá Trygd um, hvar óhappini henda. Hetta er eitt stórt framstig,” sigur Armgarð Steinhólm, deildarleiðari fyri Infrakervi á Landsverki.

    Nærri upplýsingar
    Brian Smedemark, Trygd, telefon: 55 81 01, teldupostur: brs@trygd.fo.
    Armgarð Steinhólm, Landsverk, telefon: 290 891, teldupostur: arst@lv.fo