• Salomon heiðraður við kongaligum heiðursmerki á 50 ára starvsdegi

    Salomon heiðraður við kongaligum heiðursmerki á 50 ára starvsdegi

    Í dag hátíðarhilda vit Salomon Johansen, sum í samfull 50 ár hevur starvast í Trygd og BankNordik-samtakinum. Síðani Salomon byrjaði sína starvsleið í táverandi Føroya Banka á sumri í 1969, hevur hann verið ein hollur stuðul hjá starvsfelagum í øllum samtakinum.

    Fleiri røður vórðu hildnar á hátíðarligari samkomu í morgun, har bæði stjórar og starvsfelagar lýstu, hvussu Salomon gjøgnum hálva øld á ymsan hátt hevur verið ein sera týðandi, dugnaligur og hjálpsamur starvsfelagi. 

    "Tað skerst ikki burtur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning og stórt virði fyri okkara arbeiðspláss at eiga slík trúføst og eldhugað starvsfólk. Tí fegnast vit eisini um at kunna heiðra Salomon við serstøku viðurkenningini Den Kongelige Belønningsmedalje, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu," sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

    Vit ynskja Salomon hjartaliga til lukku við 50 ára starvsdegnum og ynskja honum blíðan byr í komandi tíðum. 


    T.v. Salomon Johansen og t.h. Brian Smedemark, stjóri í Trygd