• Hvørjar tryggingar eiga øll at hava?

    Hvørjar tryggingar eiga øll at hava?

    Tryggingar eru fyri tey flestu eitt sindur fløkjasligar – og tí er áhugin eisini lítil. Hetta merkir, at nógv eru ov illa tryggjað.

    Vit hava savnað ta mest neyðugu kunningina til tín, so tú onki nýtist at hugsa um. Bert at møta upp. Við stuttum og løttum framløgum koma vit runt um tær mest viðkomandi tryggingarnar.

    Bráðfeingis tannhjálp

    Tannlækni kemur at greiða frá, hvussu tú skalt bera teg at, um tú ella eitt barn fær tannskaða.

    Tónleikur og ábit

    Vit bjóða til eitt hugnaligt kvøld við ábiti frá Brioche PopUp og Gómagott. Eisini verður livandi tónleikur við Inga Poulsen og Guðrun & Bartal.

    Gávuposar

    Gávuposi til 50 teir fyrstu gestirnar.

    Vinn

    2x Burn Klassik skeið & gávubræv frá Atlantic Airways.
     

    Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

     

    Tíð: Hóskvøldið 7. november kl. 20
    Stað: Oknarvegur 5, Tórshavn