-
12
mar
Skrivstovan afturlatin næstu vikurnar
Í Trygd vilja vit gera okkara fyri at fyribyrgja smittu við Koronavirusi. Í tí sambandi avmarka vit avgreiðsluna frá 16. mars til og við 13. apríl, og í hesum tíðarskeiði verður skrivstovan stongd.
Vit heita tí á kundar og samstarvsfelagar um at seta seg í samband við okkum á telefon, við teldubrævi ella á Facebook komandi tíðina. Hóast tað ikki ber til at koma framvið á skrivstovuni, er tað framvegis møguligt at fáa hjálp í sambandi við skaðar, tekning av tryggingum og onnur tryggingarviðurskifti sum vant mánadag til fríggjadag kl. 9-16 og hósdag kl. 9-17.
Soleiðis setir tú teg í samband við okkum:
- Ring 35 81 00- Boða frá skaða her á heimasíðuni- Send okkum teldubræv á trygd@trygd.fo- Vitja okkara heimasíðu- Fylg okkum á Facebook