• Vit lata varisliga upp aftur 4. mai

    Vit lata varisliga upp aftur 4. mai

    Í Trygd vilja vit gera okkara til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi, men eins og restin av samfelagnum fara vit nú eisini varisliga at lata upp aftur frá mánadegnum 4. mai.

     

    Avmarkaðar avgreiðslutíðir
    Orsakað av umstøðunum verður avgreiðslan fyribils skerd, og tí verður opið soleiðis:

    - Týsdagar kl. 10-12
    - Hósdagar kl. 14-16
     

    Í hesum tíðarskeiði ber til at avgreiða hesi viðurskifti:

    - fáa hjálp til at melda skaða
    - avgreiða og undirskriva skjøl

    Tað ber sostatt ikki til at rinda rokningar v.m. sum vant.

     

    Í hesum sambandi er umráðandi, at øll starvsfólk og viðskiftafólk fylgja leiðreglunum frá myndugleikunum um reinføri og frástøðu.

    Um tú hevur sjúkueyðkenni, skalt tú bíða við at koma í bankan, til tú ikki hevur havt sjúkueyðkenni í 2 dagar.

     

    Kundafundir bert sambært avtalu

    Tað ber nú til at halda fund við tín ráðgeva, har fundurin er avtalaður frammanundan. Fyri at fyribyrgja smittu fara vit næstu tíðina tó framvegis at halda allar kundafundir – har tað ber til - sum telefonfundir. Tað verður tí sotatt bert møguligt at hava fundir á deildini, um teir ikki kunnu haldast sum telefonfundur, og tá verður bert talan um styttri fundir, har neyðug atlit til frástøðu verða tikin.

    Vit heita á kundar og samstarvsfelagar um at seta seg í samband við okkum á telefon, við teldubrævi ella á Facebook komandi tíðina. Hóast tað ikki ber til at koma framvið á skrivstovuni uttanfyri upplýstu tíðarskeið, er tað framvegis møguligt at fáa hjálp í sambandi við skaðar, tekning av tryggingum og onnur tryggingarviðurskifti sum vant mánadag til fríggjadag kl. 9-16 og hósdag kl. 9-17.  
     

    Soleiðis setir tú teg í samband við okkum:

    - Ring 35 81 00

    - Boða frá skaða her á heimasíðuni 

    - Send okkum teldubræv á trygd@trygd.fo  

    - Vitja okkara heimasíðu

    - Fylg okkum á Facebook