• Kunning til tín, ið hevur eina uttanlandsferð í summar

    Kunning til tín, ið hevur eina uttanlandsferð í summar

    Frá 15. juni skalt tú ikki í sóttarhald, tá ið tú kemur heim aftur eftir at hava verið í Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi ella Týsklandi. Hevur tú ferðaseðil til hesi lond, kanst tú sostatt trygt fara avstað eftir 15. juni. Landsstýrið mælir føroyingum til fyribils ikki at ferðast í onnur lond enn hesi. Les meira um nýggjastu tilmælini á corona.fo.

    Her sært tú, hvussu tú skalt bera teg at, um tú hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Umframt at fylgja leiðreglunum hjá føroysku myndugleikunum, fylgja vit ferðavegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum.  

    GG! Vit leggja okkum eftir at viðgera allar fráboðanir frá okkara kundum skjótast gjørligt, men serliga støðan viðvíkjandi korona hevur við sær, at viðgerartíðin í løtuni er longri enn vant. Vit takka øllum kundum fyri at sýna gott tol.


    Set teg fyrst í samband við flogfelag ella ferðaskrivstovu, um tú skalt broyta ferðina ella hava endurgjald
    Um tú skalt broyta eina uttanlandsferð ella hava endurgjald, skalt tú fyrst og fremst seta teg í samband við tey, ið tú hevur goldið pening til í sambandi við ferðina. Tað kann t.d. vera ferðaskrivstova, flogfelag, gistingarhús ella bilaúteigufelag. Um tú eftir at hava gjørt hetta kanst skjalprógva, at tú hevur útreiðslur, ið ikki verða endurgoldnar av áðurnevndu pørtum, kanst tú boða okkum frá. Síðan kanna vit, um tryggingin kann veita endurgjald.

    Eg havi goldið depositum, skal eg eisini gjalda restina ella lata vera?
    Um tú skalt ferðast eftir 31. august, mæla vit tær til at seta teg í samband við veitaran, haðani tú hevur keypt ferðina til tess at kanna møguleikan fyri at útseta at rinda restgjaldið. Ber tað ikki til at útseta gjaldið, skalt tú gjalda restina sum vant, hóast tú ert í iva um, hvørt støðan viðvíkjandi korona fer at gera tað møguligt at sleppa avstað. Um tað seinni vísir seg, at tú ikki sleppur avstað, kanst tú fáa alt gjaldið endurrindað. Gev gætur, at um tú sjálv/ur velur at lata vera við at gjalda restina av gjaldinum, av tí at tú ikki ætlar tær avstað – hóast ferðing ikki longur er frámæld, tá ið tú skalt avstað – hevur tú ikki rætt til at fáa endurgjald fyri tapið.

    Um tú skalt ferðast áðrenn 31. august, og skalt rinda allan ella ein part av ferðini nú, mæla vit tær til at seta teg í samband við okkum.

    Nær skalt tú ferðast?
    Um tú longu nú veitst, at tú ikki sleppur avstað – uttan mun til, hvussu støðan er, tá ið tú skalt ferðast – kann tað vera skilagott at avlýsa nú. Men í hesum føri kanst tú missa møguligt depositum, sum tú longu hevur goldið, og vandi er eisini fyri, at tú ikki fært endurgjald fyri ferðina frá ferðaskrivstovu ella flogfelag.

    Um myndugleikarnir mæla frá ferðing til landið, ið tú skalt til, eigur tú at kanna møguleikan fyri at fáa endurgjald fyri ferðina frá flogfelagi og ferðaskrivstovu. Um tú ikki fært ferðaútreiðslurnar afturgoldnar, kanst tú síðan seta teg í samband við okkum.

    Verður ferðing ikki frámæld til tað landið, ið tú skalt ferðast til, kanst tú ikki lata vera við at fara og samstundis fáa endurgjald frá ferðatryggingini. T.d. mæla myndugleikarnir ikki longur frá at ferðast til Danmarkar, Íslands, Týsklands, Grønlands og Norra eftir 15. juni, og tí tekur ferðatryggingin ikki við, um tú hevur keypt ferðaseðlar, men kortini velur ikki at fara til hesi lond.

    Um eg velji at fara uttanlands og má í sóttarhald, tá ið eg komi aftur, kann ferðatryggingin so geva endurgjald fyri sóttarhaldið?
    Nei, tryggingin fevnir ikki um sóttarhald.

    Um flogferðin ikki er avlýst, men eg ikki ætli mær avstað,  tí eg ikki havi hug at fara í sóttarhald, tá ið eg komi heimaftur, hvussu geri eg so?
    Set teg í samband við ferðaskrivstovu ella flogfelag, haðani tú hevur keypt ferðina fyri at fáa peningin endurgoldnan. Um tú sjálv/ur avlýsir eina ferð, tí tú ikki hevur hug at fara avstað, veitir ferðatryggingin ikki endurgjald.

    Hvat geri eg, tá ið eg havi tosað við flogfelagið og ferðaskrivstovuna, men framvegis havi útreiðslur, ið eg ikki fái endurrindaðar?
    Um tú hevur sett teg í samband við veitaran, haðani flogferð, bilaleiga og gistingarhús o.s.fr. eru keypt, og tú framvegis hevur útreiðslur, ið tú ikki fært endurgoldnar, kanst tú boða okkum frá her.

    Eg skuldi til DanaCup, Partille Cup ella aðra líknandi summarkapping uttanlands, sum er avlýst. Hvussu geri eg?
    Um endmálið við ferðini var at fara til summarkappingina, tekur ferðatryggingin við. Hetta er ein serskipan, ið er gjørd í sambandi við serligu støðuna viðvíkjandi korona. Um summarkappingin var partur av einari longri ferð – har frítíðin var longri enn sjálv kappingin - tekur tryggingin ikki við.

    Dømi:
    7 dagar summarkapping + 7 dagar frítíð = tryggingin tekur við
    7 dagar summarkapping + 13 dagar frítíð = tryggingin tekur ikki við

    Eg skuldi ferðast til Danmarkar og síðan víðari út í Evropa í summar, men sleppi ikki til ferðamálið orsakað av ferðaavmarkingunum úr Danmark og út í heim. Hvussu geri eg?
    Set teg fyrst í samband við ferðaveitaran fyri at vita, um tú kanst broyta ella avlýsa ferðaseðlar og gistingarhús. Tá ið tú hevur kannað møguleikarnar hjá ferðaskrivstovu, flogfelag og gistingarhúsi fyri at avlýsa ella broyta bókingina – men framvegis hevur útreiðslur, ið tú ikki fært endurgoldnar - kanst tú seta teg í samband við okkum, so vit kunnu kanna, um ferðatryggingin tekur við.

    Eg havi ein ferðaseðil beinleiðis úr Føroyum til París í juli, men tað verður ikki flogið. Hvussu geri eg?
    Set teg fyrst í samband við flogfelag, ferðaskrivstovu, haðani tú hevur keypt ferðina, og bið um at fáa peningin aftur ella broyta ferðina. Hevur tú goldið fyri gisting, bilaleigu og annað, skalt tú eisini seta teg í samband við veitaran fyri at fáa peningin aftur. Tá ið tú hevur gjørt hetta fyri at avmarka títt peningaliga tap - men framvegis hevur útreiðslur í sambandi við ferðina, ið tú ikki fært aftur - kanst tú boða okkum frá, so vit kunnu kanna, um ferðatryggingin kann veita endurgjald. Boða okkum frá her.

    Hví kann eg ikki bara boða Trygd frá, tá ið ferðin er avlýst? Hví krevja tit, at eg fyrst seti meg í samband við ferðaskrivstovu, flogfelag, gistingarhús o.s.fr.?
    Avboðstryggingin veitir bert endurgjald fyri tær útreiðslur, ið tú framvegis hevur, eftir at tú hevur roynt at avmarka títt tap við at seta teg í samband við ferðaskrivstovu, flogfelag, gistingarhús ella aðrar veitarar.  

    Tá ið ferðaskrivstovur ella flogfeløg avlýsa, er talan um, at tú hevur goldið fyri eina vøru, sum tú so kortini ikki fært. Tí skalt tú fyrst og fremst seta teg í samband við viðkomandi felag, ið tú hevur keypt vøruna ella tænastuna frá, so tú kanst fáa endurgjald frá teimum. Um tú eftir hetta framvegis hevur útreiðslur í sambandi við ferðina, ið tú ikki fært endurgoldnar, kanst tú boða okkum frá hesum.

    Viðgerðartíðin er long í løtuni
    Vit hava í løtuni sera nógv at gera orsakað av óvanliga nógvum fyrispurningum og fráboðanum frá okkara kundum, ið eru ávirkaðir av støðuni viðvíkjandi korona. Tískil tekur skaðaviðgerðin eisini munandi longri tíð enn vant. Um tú hevur rætt til endurgjald, kanst tú tí vænta, at tað tekur í minsta lagi 4 vikur, áðrenn tú fært peningin á tína kontu. Um tú longu hevur sent okkum eina fráboðan, er tað ikki neyðugt at ringja eisini. Vit leggja okkum eftir at avgreiða øll mál skjótast gjørligt og takka kundum fyri gott tol.