• Trygd heldur fram sum høvuðsstuðul hjá kurvabóltinum

    Trygd heldur fram sum høvuðsstuðul hjá kurvabóltinum

    Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava longt samstarvsavtaluna fram til 2022, og sostatt verður Trygd framhaldandi høvuðsstuðul hjá føroyskum kurvabólti. Trygd verður tískil við til at tryggja framhaldandi menningina av kurvabólti í Føroyum.

    Eitt øðrvísi kappingarár
    Hóast kappingarárið hevur verið heldur øðrvísi enn vanligt, er nógv spennandi á skrá hjá føroyskum kurvabólti komandi tíðina. Kvinnurnar manna nú trý lið, og saman við monnunum fara tær at seta sín dám á Trygd-kappingina í ár. Trygd-kappingin hevur verið støðugt vaksandi, síðan fyrsta stuðulsavtalan varð undirskrivað í 2017.

    “Tað er sera umráðandi fyri okkara virksemi frameftir, at vit hava ein sterkan stuðul á síðulinjuni, og vit hava havt eitt sera gott samstarv við Trygd. Kurvabóltur hevur ment seg nógv seinastu tíðina, og vit gleðast um, at Trygd framvegis verður ein virkin partur av menningini av kurvabólti í Føroyum,” sigur John Norðbúð Thomsen, nevndarformaður í Menningarsambandinum fyri kurvabólt.

    Brian Smedemark, stjóri í Trygd, fegnast um, at samstarvið við føroyskan kurvabólt heldur fram. “Tað samsvarar væl við kjarnuvirðini hjá Trygd at skapa sunnar og tryggar karmar fyri føroyskt virksemi. Tí gleðast vit um, at vit kunnu vera við til at menna ítróttargreinina og veita føroyskum kurvabólti umstøðurnar til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar fyri bæði áskoðarar og íðkarar”.