Tanntrygd

Tanntrygd

Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn. Við Tanntrygd kanst tú fáa upp til 80% av tínum útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar. Hevur tú til dømis eitt hol, sum skal viðgerast, ella skal onkur tonn kanska rótviðgerast, so er Tanntrygd hent at hava.

Tað eru einans fyritøkur og fakfeløg, sum kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum tryggingina.

Hvat dekkar tryggingin?

Tanntrygd dekkar millum annað:

  • Fyllingar
  • Røntgen
  • Doyving
  • Rótviðgerð
  • Tannhaldsbruna
  • Tanntøkur og skurðviðgerðir
  • Bítiskinnara

Tað er ein treyt, at viðgerðin verður gjørd av løggildum tannlækna ella tannrøktara í Føroyum ella Danmark.

Hvør kann tekna Tanntrygd?

Tað eru einans fyritøkur og fakfeløg, sum kunnu tekna Tanntrygd, og tað eitt krav, at Tanntrygd verður teknað øllum limum í fakfelagnum og øllum starvsfólkum ella einum úrvaldum bólki av starvsfólki í eini fyritøku. Tað ber eisini til at tekna Tanntrygd til makan og børnini hjá tí einstaka starvsfólki og limi. Børn skulu vera millum 18 og 24 ár. 

Tað er einstaka fyritøkan og fakfelagið, sum teknar og rindar fyri tryggingina til síni starvsfólk og sínar limir. Harumframt er tað einstaka fyritøkan og fakfelagið, sum teknar tryggingina fyri makar og børn hjá tryggjaða. Tryggjaði rindar sjálv/ur fyri maka og børn.

Vilt tú vita meira um Tanntrygd, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 358 100.

Vilt tú vita meira um Tanntrygd?