• Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum

    Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum

    Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti í heimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum.

    Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað, orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er talið av skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina øking í stormskaðum.

    Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi.

    Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 menti Trygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Tryggingin er hin einasta av sínum slagi í Føroyum.

    "Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðu lutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp," sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

    Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera á einum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturin altíð er stórur.

    Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har kappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda – serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar – ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslan væntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt.

    Hálvársroknskapurin í stuttum

    Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør.

    Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.

    Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.

    Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 86,5 mió. kr.

    Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr.

    Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6 % sama tíðarskeið í fjør.