• Familjutrygd fevnir um ukrainsk flóttafólk alt árið

    Familjutrygd fevnir um ukrainsk flóttafólk alt árið

    Í mars víðkaði Trygd Familjutrygd til at fevna um ukrainsk flóttafólk, sum flyta inn hjá kundunum í eitt tíðarskeið. Skipanin, sum í fyrsta umfari var galdandi til 1. juni, verður nú longd til árslok.

    Skipanin inniber, at flóttafólk verða javnsett við restina av húskinum, uttan at tað hevur eyka kostnað við sær fyri kundarnar. Á henda hátt er ætlanin at gera tað lættari hjá kundum, ið vilja hýsa flóttafólkum úr Ukraina.

    Tryggingin tekur við, um skaði kemur á klæðir, telefonir, teldlar ella aðrar lutir hjá flóttafólkunum.

    Lesa meira her.