• Nøktandi úrslit fyrra hálvár

    Nøktandi úrslit fyrra hálvár

    Gongdin fyrra hálvár 2022 hevur verið merkt av hækkandi inntøkum, men óstøðuga gongdin á fíggjarmarknaðinum hevur havt ávirkan á serliga íløgurnar hjá felagnum.

    Sum heild hevur fyrra hálvár 2022 gingið væl. Trygd hevur havt ein vøkstur í inntøkunum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og talið á skaðum hevur verið á einum vanligum støði.

    Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 4,4 mió. kr., sum er lægri enn væntað, men tó hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið var 3,6 mió. kr. áðrenn skatt. Hinvegin hava útreiðslurnar hjá Trygd verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør.

     

    Óstøðugur fíggjarmarknaður

    Ársins fyrstu seks mánaðir hava verið merktir av órógvi á fíggjarmarknaðinum, og hetta hevur havt ávirkan á íløgurnar, serliga lánsbrøvini, hjá felagnum. Hóast eina varna íløgutilgongd hevur felagið havt tap fyrra hálvár.

    Harafturat hava hækkandi prísirnir í samfelagnum eisini sett sín dám á úrslitið. Tí eins og alt annað, ið er dýrkað nógv seinastu mánaðirnar, eru skaðarnir erisini vorðnir dýrari at gera aftur, og sostatt eru skaðaendurgjøldini fyrra hálvár eisini hækkað nakað.

    ”Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár. Vit hava ein sunnan samanhang millum inntøkur og skaðaútreiðslur, og hóast ein heldur óstøðugan fíggjarmarknað í løtuni, hava vit eitt sterkt felag, ið bæði er væl brynjað til framtíðina, og sum samstundis kann tryggja kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum til frama fyri allar føroyingar”, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

     

    Roknskapurin í stuttum

         -    Hálvársúrslitið áðrenn skatt er 4,4 mio kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið
               í fjør.
         -    Tryggingartekniska úrslitið gjørdist 8,7 mió. kr. samanborið við 4,3 mió. kr. sama
               tíðarskeið í fjør.
         -    Skaðaendurgjøldini eru 47,3 mió. kr. samanborið við 45,0 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
         -    Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 6,5 mió. kr. og eru nú 75,6 mió. kr.
         -    Bruttoskaðaprosentparturin er 63,5% samanborið við 69,2% sama tíðarskeið í fjør.


    Til ber at lesa alla hálvársfrágreiðingina fyri 2022 her.

     

    Nærri upplýsingar
    Brian Smedemark, stjóri, tel: 55 81 01