Flutningstrygd

Flutningstrygd
Hjá okkum kanst tú tryggja innbúgv, vørur og annað, sum skal flytast loftvegis ella sjóvegis.

Skalt tú flyta vørur, innbúgv og annað til ella úr Føroyum, kanst tú tryggja teg móti missi og skaða, sum stendst av flutninginum. Tað kann t.d vera skaði orsakað av eldi, ferðsluvanlukku, samanstoyti ella ógvisligari viðferð.


Soleiðis verður virðið staðfest

Fyri at finna fram til røttu tryggingarupphæddina til títt flytigóðs, kanst tú útfylla hetta skjalið. Set teg síðani í samband við okkum, so vit saman kunnu áseta endaligu tryggingarupphæddina.


Undantøk

Flutningstrygd er ein sonevnd "All Risk" trygging, og hon fevnir um allar skaðar undantikið:

  • Góðskudygd, tvs. at flytigóðsið tolir vanligar hitabroytingar

  • Um flytigóðsið er illa pakkað ella merkt

  • Seinkingar

  • Svinn

  • Kríggj og krígslíknandi viðurskifti

  • Verkfall

 

   

Feilur í veðurdata