Fyrstahjálp við Trygd

Veitst tú, hvussu tú hjálpir einum persóni, sum hevur sett okkurt í hálsin? Dugir tú at brúka ein hjartastartara, og veitst tú, hvat tú skalt gera, um tú kemur á eitt vanlukkustað?

10 filmar um fyrstuhjálp

  • Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, vísir, hvussu tú kanst hjálpa øðrum í neyðstøðu.
  • Vegleiðingarnar í filmunum eru gjørdar sambært leiðreglunum hjá Dansk Førstehjælpsråd. 

Rógvi lærir børnini at ringja 112

Veit títt barn, hvussu tað skal bera seg at í neyðstøðu? Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, lærir børnini at ringja 112.

Soleiðis brúkar tú hjartastartaran

Dugir tú at brúka ein hjartastartara? Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, vísir tær, hvussu tú gert.

Hjartamassasja

Visti tú, at møguleikin fyri at yvirliva eftir ein hjartasteðg minkar við 10% fyri hvønn minutt, um eingin fyrstahjálp verður givin? Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, vísir, hvussu tú kanst geva einum persóni, sum er uttan vit, fyrstuhjálp.

Brandsár

At brenna seg munnu tey flestu hava roynt. Síggj Rógva Dam, lærara í fyrstuhjálp hjá Ansni, greiða frá, hvussu tú eigur at bera teg at, um tú ella onnur eru óheppin og brenna tykkum.

Trygg liðlega

Síggj Rógva Dam, lærara í fyrstuhjálp hjá Ansni, leggja Magna - sum er uttan vit, men andar - í trygga liðlegu.

Tey 4 høvuðspunktini

Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, greiðir frá teimum 4 høvuðspunktunum í fyrstuhjálp, sum eru:

1. Steðga vanlukkuni
2. Lívbjargandi fyrstahjálp
3. Fráboðan
4. Halt fram við fyrstuhjálp

Tá ið onkur sker seg

Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp, vísir, hvussu tú kanst hjálpa, tá ið onkur hevur skorið seg.

Tá ið børn seta í hálsin

Veitst tú, hvussu tú skalt bera teg at, um eitt barn setur í hálsin? Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, vísir tær, hvussu tú kanst hjálpa.

Tá ið onkur setur í hálsin

Veitst tú, hvussu tú hjálpir einum persóni, sum hevur sett okkurt í hálsin? Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, vísir tær, hvussu tú kanst hjálpa.

Rógvi lærir børnini at hjálpa

Rógvi Dam, lærari í fyrstuhjálp hjá Ansni, fortelur børnunum, hvussu tey kunnu hjálpa, um t.d. mamman ella systirin hava tørv á hjálp.