Ferðast við bili

Ferðast við bili
Skalt tú ferðast við bili, lat so ikki lutir, ið hava virði, liggja sjónliga frammi.
  • Freista ikki tjóvar við at lata virðismiklar lutir so sum GPS´arar og Ipod liggja sjónliga frammi í bilinum.

  • Tak lutirnar, ið hava virði, við tær, tá tú fert frá bilinum, ella lat lutirnar liggja í til dømis handskarúminum.

  • Tað hevur týdning fyri møguligt endurgjald frá Trygd, at bilurin hevur verið læstur, tá stuldurin fór fram, og at lutirnir ikki hava verið sjónligir uttanífrá.