Leigar tú bústaðin út?

Leigar tú bústaðin út?
Vit hava savnað nøkur góð ráð til tín, ið ætlar at leiga bústaðin út, t.d. gjøgnum Airbnb.
  • Goym virðismiklar lutir, áðrenn tú leigar bústaðin út.

  • Ger altíð skrivligar leiguavtalur. Á henda hátt kann avtalan altíð skjalprógvast um møguligar ósemjur koma.

  • Útleiga bert bústaðin umvegis álítandi portalar.

  • Tú kanst umhugsa at taka eitt veðgjald (depositum) fyri leigumálið.

Vistartrygd

Hjá okkum kanst tú tekna Vistartrygd, sum hóskar væl til tín, ið ætlar at leiga bústaðin út. Við Vistartrygd kanst tú fáa endurgjald:​

  • Skaðar, sum standast av, at leigari av óvart ger skaða á bústað ella innbúgv

  • Stuldur framdur av leigara

  • Herverk framt av leigara

  • Útskifting av lásum í sambandi við stolnar ella burturmistar lyklar

Bílegg Vistartrygd