Heyst og vetur

Heyst og vetur
Tað er um heystið og veturin, at tann mesti vindurin er, og tá fáa hús og bilar ofta skaða. Men tú kanst fyribyrgja álvarsligum skaðum, um tú fylgir ráðunum niðanfyri, tá ið boðað verður frá nógvum vindi. 
  • Bein burtur alt leyst, sum liggur rundan um húsið

  • Tað, sum ikki kann fáast burtur, kann kanska bindast fast

  • Eru trø rundan um húsið, so er best at beina fyri brákaðum greinum, sum ikki eru niðurdotnar

  • Minst til at tryggja ella taka niður trampolinir og annað, ið tekur nógvan vind á seg

  • Siga veðurtíðindini frá stormi, so má ansast eftir, at rútar og hurðar í bilinum eru væl afturlatin.

Feilur í veðurdata