Stuldur uttanlands

Stuldur uttanlands

Um okkurt verður stolið frá tær, meðan tú ert uttanlands, so skal stuldurin fráboðast til løgregluna á staðnum. Løgreglan í Føroyum tekur ikki ímóti hesum fráboðanum. Hendir stuldurin í Danmark, so hevur tú møguleika at fara inn á heimasíðuna hjá løgregluni í Danmark www.politi.dk og fráboða stuldurin. Minst til at printa kvittanina frá løgregluni út, soleiðis at avrit kann verða sent til Trygd.