• Ársferðatrygd dekkar nú aftur sum vant

    Ársferðatrygd dekkar nú aftur sum vant

    Ársferðatrygd dekkar nú á sama hátt, sum áðrenn koronastøðan tók seg upp.

    Fríggjadagin 15. oktober 2021 broytti danska uttanríkismálaráðið ferðatilmælini í mun til koronu, soleiðis at koronastøðan ikki longur ávirkar ferðatilmælini til eitt ávíst øki/land.

    Sostatt er litmerkingin av londum/økjum ikki galdandi longur, og í staðin verða ferðatilmælini, sum vóru nýtt áðrenn Korona tók seg upp, aftur galdandi. Tað vil siga, at ferðatilmælini hjá danska uttanríkismálaráðnum aftur byggja á eina meting av, hvussu trygg lond/øki eru í mun til kríggj, yvirgang, ófrið o.s.fr.

    GG. Trygd hevur ikki innlit í galdandi tilmælum í teimum einstøku ferðamálunum. Tí er tað umráðandi, at tú sjálv/ur setir teg inn í, hvørji tilmæli eru galdandi í tí landinum, sum tú skalt ferðast til.