• Ferðing til Danmarkar frámæld

    Ferðing til Danmarkar frámæld

    Nú Danmark er lýst sum reytt øki av føroysku myndugleikunum, verður staðiliga mælt frá at ferðast til Danmarkar.

    Hevur tú eina ferð fyri framman, sum verður avlýst í hesum sambandi, mæla vit tær í fyrsta umfari til at seta teg í samband við ferðaskrivstovuna ella flogfelagið, har ferðin er keypt, fyri at umbóka ella fáa ferðina endurgoldna.

    Støðan broytist sum kunnugt skjótt, og tí mæla vit tær til at fylgja við her á síðuni. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 358 100.