-
28
mai
Koronavirus: soleiðis veitir tryggingin endurgjald
Her finnur tú svar til vanligastu spurningarnar í sambandi við Covid-19 og trygging. Vit mæla harumframt til at fylgja vegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum.
GG: Skalt tú avlýsa ella umbóka ferðina, skalt tú venda tær til ferðaskrivstovuna, sum tú hevur keypt ferðina frá, áðrenn tú kanst melda málið til Trygd.
Boða okkum frá her, um uttanlandsferðin er ávirkað av Covid-19.
Avboðstrygging
Hvar síggi eg, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til eitt øki?
Ferðavegleiðingar finnur tú á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum www.um.dk undir teiginum “Rejsevejledninger”. Um óneyðugar ella allar ferðir til eitt øki eru frámældar, eru avmarkingar á vanligu ferða- og avboðstryggingunum.
Tekur avboðstryggingin við, um eg avlýsi ferðina til eitt gult ella grønt øki?
Keypir ella bíleggur tú ferðaseðil til eitt grønt ella gult øki, tekur avboðstryggingin við sum vanligt. Hetta er eisini galdandi, um økið seinni skiftir lit til appelsingult ella reytt.
Tekur avboðstryggingin við, um eg avlýsi ferðina til eitt appelsingult ella reytt øki?
Avboðstryggingin tekur við, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið, og tað eru tríggir dagar ella styttri til fráferð. Hetta er tó treytað av, at ferðing ikki var frámæld til økið, tá tú bílegði ferðina. Tvs. bíleggur ella keypir tú ferðaseðil til eitt øki, ið longu er bólkað sum appelsingult ella reytt, tekur avboðstryggingin ikki við.
Tekur tryggingin við, um eg vil ferðast heim fyrr enn upprunaliga ætlað, ella um eg vil avlýsa mína ferð?
Avboðstryggin tekur bert við, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið, sum tú skalt ferðast til. Hetta er treytað av, at ferðamálið var grønt ella gult, tá tú bílegði ferðaseðilin. Ferðatryggingin rindar ikki fyri, at tú av tínum eintingum vilt sleppa heim í í úrtíð uttan so, at myndugleikarnir steingja landið, og tú mást heim sum skjótast.
Hvussu eri eg tryggjað/ur, um eg verði sett/ur í sóttarhald, áðrenn eg skal ferðast?
Avboðstryggin tekur bert við, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið, sum tú skalt ferðast til. Hetta er treytað av, at ferðamálið var grønt ella gult, tá tú bílegði ferðaseðilin. Ferðatryggingin rindar ikki fyri, at tú av tínum eintingum vilt sleppa heim í úrtíð uttan so, at myndugleikarnir steingja landið, og tú fært boð um at fara heim sum skjótast.
Ferðatrygging
Tekur ferðatryggingin við um eg ferðist til eitt øki, ið er rakt av koronavirusi?
Vit viðmæla altíð, at tú fylgir tilmælunum um ferðing frá myndugleikunum. Velur tú at ferðast til eitt øki, sum danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðir til orsakað av koronavirusi, ert tú fevnd/ur av tryggingini sum vanligt, um tú kemur til skaða ella gerst sjúk/ur.
Tekur ferðatryggingin við, um danska uttanríkismálaráðið mælir fólki frá at ferðast til økið, sum eg eri í?
Tryggingin tekur við sum vanligt, hóast ferðing verður frámæld til økið, meðan tú ert har.
Hvat um eg ikki eri liðugt koppsett/ur áðrenn fráferð
Vit viðmæla, at tú altíð fylgir tilmælunum frá myndugleikunum. Tryggingin tekur tó við sum vanligt, um tú kemur til skaða ella gerst sjúk/ur, hóast tú ikki ert liðugt koppsett/ur.
Tekur ferðatryggingin við, um eg verði sjúk/ur av koronavirusi á ferðini?
Um tú verður sjúk/ur við koronavirusi á ferðini, veitir ferðatryggingin endurgjald fyri viðgerð og broytta heimferð um neyðugt. Ferðatryggingin tekur tó ikki við, um tú vart sjúk/ur áðrenn fráferð.
Sóttarhald
Hvat hendir, um eg skal í sóttarhald, meðan eg eri uttanlands?
Tað verður beinanvegin eitt mál fyri myndugleikarnar, um illgruni er um smittu við koronavirusi, ella um sjúkan verður staðfest.
Um tú skalt í sóttarhald, meðan tú ferðast sum ætlað:
-
Tryggingin veitir endurgjald fyri eykaútreiðslur, um tú verður afturhildin av myndugleikunum í einum landi
-
Tryggingin veitir endurgjald í upp til tríggjar mánaðir og í mesta lagi 50.000 kr. umframt 15.000 kr til eyka útreiðslur fyri hvønn tryggjaðan persón
Um tú skalt í sóttarhald, eftir at tú eftir ætlan skuldi verið komin heim:
-
Tryggingin veitir endurgjald fyri serligar meirútreiðslur í sambandi við ferðina, mat og nýggja ferðaskrá. Hetta er tó treytað av, at ferðamálið ikki var bólkað sum appelsingult ella reytt á fráfaringardegnum, og ongar reglur um sóttarhald vóru galdandi í økinum, tá ferðin varð bíløgd.
-