• Nú kanst tú fáa ferðakortið á telefonina

    Nú kanst tú fáa ferðakortið á telefonina

    Ferðandi kunnu skjótt og lætt fáa ferðatryggingarkortið á telefonina. Hetta merkir, at tað ikki longur verður neyðugt at hava fysiskt kort við á ferðini, men at tað nú verður møguligt at hava ferðatryggingarkortið liggjandi á telefonini saman við hinum kortunum, sum liggja í wallet/passes appini.

    ”Vit hava ment ferðatryggingarkortið fyri at gera tað lættari fyri okkara kundar, sum nú bara skulu minnast til at hava telefonina við á ferðini. Vit hava ofta upplivað, at kortið verður burturmist, og tí skulu nýggj kort bíleggjast. Hetta er tí eisini ein loysn, sum er vinarligari fyri umhvørvið,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

     

    Soleiðis gert tú, tá tú skalt hava kortið á telefonina:

    • Boða okkum frá, at tú vilt hava ferðakortið á telefonina á trygd@trygd.fo, so senda vit tær eitt leinki

    • Trýst á leinkið, sum tú hevur fingið sendandi og trýst síðani á ”Tilføj” ovast í høgru síðu. Kortið liggur nú í Wallet/Passes appini á telefonini

    • Kontaktupplýsingar hjá Trygd Emergency Centre finnur tú við at trýsta á kortið, sum liggur í Wallet/Passes appini á telefonini og við at trýsta á lodrøttu prikkarnar ovast til høgru.

     

    Hevur tú spurningar um hetta, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara.