• Vert at vita um ferðing og COVID-19

    Vert at vita um ferðing og COVID-19

    Her á síðuni finnur tú svar til vanligastu spurningarnar um trygging í sambandi við COVID-19 og ferðing. Vit mæla tær harumframt til at fylgja vegleiðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum á www.um.dk.

     

    Nær skal eg avlýsa mína ferð?
    Danska uttanríkismálaráðið broytir javnan síni ferðatilmæli, t.e. hvørji ferðamál verða frámæld at ferðast til. Bíða tí við at brúka tína avboðstrygging, til tað eru 72 tímar ella minni, til tú skalt avstað.

    Hvar síggi eg, um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til eitt land ella øki? Ferðavegleiðingarnar finnur tú á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum www.um.dk undir teiginum “Rejsevejledninger”. Legg til merkis, at óansæð hvønn lit landið ella økið hevur, kunnu inn- og útferðaravmarkingar vera galdandi í tí landinum ella økinum, tú ferðast til. Til dømis kunnu vera krøv um COVID-19 kanningar, koppsetingarskjalprógv, oyðubløð at fylla út ella líknandi.

    Um ferðing til títt ferðamál verður frámæld
    Vit mæla altíð til, at tú setir teg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna fyrst. Um óneyðugar ella allar ferðir til eitt land ella øki eru frámældar, eru avmarkingar á vanligu ferða- og avboðstryggingunum.

    Tú verður sett/ur í sóttarhald, áðrenn tú fert avstað
    Verður tú sett/ur í sóttarhald av landslæknanum, áðrenn tú skalt ferðast, tekur avboðstryggingin við. Hetta er treytað av, at ferðamálið var grønt ella gult, tá ið tú keypti ferðaseðilin. Sóttarhaldsboð skal kunna skjalprógvast.

     

    Tú verður sett/ur í sóttarhald á ferðini

    Ferðamálið er grønt ella gult, tá tú fert avstað
    Um tú ert blivin sjúk/ur av COVID-19, tekur ferðatrygginin við á sama hátt, sum aðrar brádligar sjúkur, um ferðamálið var grønt ella gult, tá ið tú keypti ferðina. 

    Ferðamálið er strikað appelsinlitt (da: skraveret orange), appelsinlitt ella reytt, tá tú fert avstað Um ferðamálið er strikað appelsinlitt (da: skraveret orange), appelsinlitt ella reytt, tá tú fert avstað, fevnir ferðatryggingin ikki um eyka útreiðslur, sum standast av møguligum sóttarhaldskravi við komu ella øðrum krøvum/ferðaavmarkingum. 

    Tryggingin tekur ikki við, um tú skalt í sóttarhald, av tí at tú hevur verið saman við onkrum sjúkum, t.v.s., at tú ikki sjálv/ur ert sjúkur av COVID-19.

     

    Hevur tú brúk fyri bráðfeingishjálp á ferðini, ring so til:

    Trygd Emergency Centre

    Telefon: +45 44 25 81 00

    Telefonin svarar alt samdøgrið.

     

    Vegleiðing í sambandi við ferðatrygging og Koronavirus

    Avboðstrygd

    Uttan mun til, hvønn lit ferðamálið hevur, tekur avboðstryggingin við, um tú verður settur í sóttharhald av landslæknanum, áðrenn tú skalt ferðast. Hetta er treytað av, at ferðamálið var grønt ella gult, tá ið tú keypti ferðina. 

    Ferðamálið er grønt ella gult, tá ið tú skalt avstað
    Tryggingin tekur ikki við, um tú avlýsir ferðina.

    Ferðamálið er appelsinlitt ella appelsinlitt við strikum, tá ið tú skalt avstað
    Tryggingin tekur við, um tú avlýsir ferðina. Hetta er tó treytað av, at ferðamálið var grønt ella gult, tá ið tú keypti ferðina. 

    Ferðamálið er reytt, tá tú skalt avstað                                                                                  Tryggingin tekur við, um ferðin verður avlýst. Hetta er tó treytað av, at landið var grønt ella gult, tá ið tú keypti ferðina.

     

    Ársferðatrygd

    Ferðamálið er grønt ella gult, tá ið tú fert avstað                                                               
    Ferðatryggingin tekur við sum vanligt, eisini um tú verður sjúk/ur av COVID-19. 

    Um danska uttanríkismálaráðið broytir ferðatilmælini ella litin á ferðamálinum, tá ið tú ert farin avstað, skalt tú ikki broyta heimferðina, men fylgja tíni upprunaligu ferðaætlan. Um danska uttanríkismálaráðið viðmælir evakuering, skalt tú beinanvegin ringja á telefon +45 44 25 81 00 (svarar alt samdøgrið). Tú skalt sostatt ikki fara heim uttan at seta teg í samband við okkum fyrst.

    Ferðamálið er strikað appelsinlitt (da: skraveret orange), tá ið tú fert avstað
    Ferðatryggingin tekur við sum vanligt, eisini um tú verður sjúk/ur av COVID-19. Tryggingin fevnir tó ikki um skaðar, ið hava samband við ferðaavmarkingarnar, sum landið/økið hevur sett í verk orsakað av COVID-19.


    Ferðamálið er appelsinlitt, tá ið tú fert avstað
    Ferðatryggingin tekur við sum vanligt, t.d. í sambandi við brádliga sjúku og skaða á ferðini – tó ikki sjúku, ið kemst av COVID-19.

    Um tú tó ert liðugt koppsett/ur, tekur ferðatryggingin við sum vanligt, treytað av, at tú ert vorðin koppsett/ur innanfyri tíðarkarmin, sum danska uttanríkismálaráðið hevur ásett, umframt at tú ert liðugt koppsett/ur í samsvari við galdandi leiðreglurnar hjá danska Sundhedsstyrelsen, sum kunnu lesast her.

    Tryggingin fevnir ikki um hendingar, sum standast orsakað av COVID-19, sum t.d. evakuering og sóttarhald, um landið ella økið verður latið aftur (lock down).


    Ferðamálið er reytt, tá ið tú fert avstað
    Danska uttanríkismálaráðið mælir frá øllum ferðum til lond og øki, sum eru merkt reyð av trygdarorsøkum ella vanda fyri smittuspjaðing. Ferðatryggingin fevnir sostatt ikki í londum ella økjum, sum eru merkt reyð.