• Trygd 14,6 mió. í avlopi

    Trygd 14,6 mió. í avlopi

    Við nógvum nýggjum kundum og lutfalsliga fáum skaðum gjørdist 2017 eitt gott ár fyri Trygd. Hóast harða kapping stendur Trygd seg væl á føroyska tryggingarmarknaðinum, og tað sæst aftur í roknskapinum. Yvirskotið fyri skatt gjørdist 14,6 mió. kr. samanborið við 0,3 mió. kr. í 2016. Umframt góða roknskaparúrslitið er dagurin eisini merktur av stjóraskifti í Trygd.

    “Vit eru sera væl nøgd við gongdina og úrslitið fyri 2017, ið serliga hevur verið merkt av hægri inntøkum og fáum skaðum. Hóast harða kapping hava vit megnað at økt okkara virksemi, bæði á vinnuliga og privata økinum,” sigur Janus Thomsen, stjóri.  

    Í februar í ár eru 20 ár liðin, síðani Trygd fór aftur at selja tryggingar, og kapping harvið kom aftur á føroyska tryggingarmarknaðin eftir avtøkuna av einkarrættinum. Hesi árini hevur felagið ment seg nógv, eins og føroysku tryggingarnar eru blivnar betri og bíligari. Seinastu árini hevur Trygd ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingar, og hetta er ein av orsøkunum til øktu inntøkurnar hjá felagnum. Í 2017 hækkaðu inntøkurnar frá tryggingargjøldum við 10,3 mió. kr. upp í til samans 107,5 mió. kr. Góða búskaparliga gongdin í føroyska samfelagnum sum heild sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Trygd. Ognirnar vaksa, fleiri nýggir bilar verða keyptir, og sostatt verður eisini meira at tryggja.

    Í 2016 gjørdu herviligu jólaódnirnar stóran skaða, og í tí sambandi fóru 30 mió. kr. út aftur til kundar í Trygd. Í 2017 hevur veðrið verið betri, og skaðarnir hava bæði verið færri í tali og minni í vavi. Útreiðslurnar í sambandi við skaðar lækkaðu úr 63,8 mió. kr. í 2016 niður í 56,6 mió. kr. í 2017.

    Tryggingartekniska úrslitið fyri 2017 gjørdist 14,4 mió. kr. samanborið við -0,7 mió. kr. í 2016 og er sostatt batnað munandi. Tryggingartekniska úrslitið verður brúkt til at vísa úrslitið uttan íløguavkast. Tað vil siga, at tryggingartekniska úrslitið vísir, hvussu sjálvt kjarnuvirksemið hjá felagnum stendur seg. Leiðslan væntar, at umsetningurin verður øktur nakað í 2018, og at harða kappingin fer at halda fram. Felagið væntar, at ársúrslitið verður 8-10 mió. kr. fyri 2018.

    Stjóraskifti
    Góða roknskaparúrslitið hjá Trygd fyri 2017 verður samstundis tað seinasta við Janusi Thomsen sum stjóra. Eftir 11 ár í Trygd, harav 7 ár í stjórasessinum, ynskir Janus nú at royna nýggjar leiðir, og hann hevur tí sagt starvið frá sær. Nevndin í Trygd er sera hørm um at siga farvæl við stjóran, sum hevur staðið á odda fyri stóru framgongdini hjá Trygd seinastu árini.

    "Janus hevur verið ein fyrimyndarligur stjóri og starvsfelagi, og hann hevur uppiborið stóra tøkk og virðing fyri sítt arbeiði og tey mongu góðu úrslit, ið hann hevur rokkið. Hann hevur ment nýggjar og slóðbrótandi tryggingar, økt um kundaskaran og styrkt kappingarstøðuna hjá felagnum munandi. Tað er sostatt eitt sterkt og nýhugsandi Trygd, sum vit nú kunnu lata upp í hendurnar á nýggju leiðsluni at føra víðari fram á leið," sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.

    Nevndin og Janus Thomsen hava fyrireikað stjóraskiftið í eina tíð, og nýggjur stjóri er nú settur. Nevndin fegnast um, at Brian Smedemark hevur játtað at taka við stjórastarvinum eftir Janus Thomsen. Brian er 37 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur eitt nú starvast sum fíggjarstjóri í Føroya Tele (2013-2016) og sum marknaðarstjóri í Tele-Post í Grønlandi (2016-2017). Nýggi stjórin byrjar í starvinum beinanvegin. 

    Ársroknskapurin í stuttum

    - Úrslitið fyri skatt var 14,6 mió. kr. samanborið við 0,3 mió. kr. í 2016.

    - Úrslitið eftir skatt var 12 mió. kr. samanborið við 0,3 mió. kr. í 2016.

    - Tryggingartekniska úrslitið var 14,4 mió. kr. samanborið við -0,7 mió. kr. í 2016.

    - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 10,3 mió. kr. samanborið við 2016 og eru nú 107,5 mió. kr.

    - Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 37,1 mió. kr. samanborið við 47,2 mió. kr. við ársenda í 2016. 

    - Skaðaprosentparturin var 59,1%, sum er nøktandi, samanborið við 95,6% í 2016.

    Nærri upplýsingar
    Janus Thomsen, stjóri: telefon 358 101, teldupostur: jat@trygd.fo og Turið F. Arge, nevndarforkvinna: telefon 330 678, tfa@banknordik.fo.