Samtykki

Trygd heintar upplýsingar fyri at kunna gera eina meting, um eg havi fingið varandi mein og/ella miss av vinnuføri, og sum skjalprógv fyri mínum sjúkutíðarskeiði. Trygd kann í hesum sambandi lata upplýsingar víðari fyri at eyðmerkja meg (t.d. mítt p-tal) og eisini viðkomandi upplýsingar um mína tryggingarsak og mína heilsustøðu til teirra, sum Trygd heintar upplýsingar frá. Tað er Trygd, sum hevur ábyrgd av at nágreina og vísa teimum, sum upplýsingar heintast frá, hvørjar upplýsingar eru viðkomandi.

 

Frá hvørjum kunnu upplýsingar heintast?

Við hesum samtykki kann Trygd, inntil avgerð er tikin í málinum, heinta viðkomandi upplýsingar frá:

- Mínum núverandi og fyrrverandi lækna og tannlækna

- Almennum og privatum sjúkrahúsum, klinikkum, deplum og starvsstovum

- Serlæknum, tannlæknum, alisviðgerum (fysioterapeutum), kiropraktorum og sálarfrøðingum

- Almannaverkinum

- Arbejdsmarkedets Erhvervssikring

- Míni núverandi og fyrrverandi kommunu

- Løgregluni

- Føroya Vanlukkutryggingarráði

- Øðrum tryggingarfeløgum

- Taks

- Løgregluni

Tey, ið eru nevnd omanfyri, kunnu við hesum samtykki, inntil avgerð er tikin í málinum, lata víðari viðkomandi upplýsingar til Trygd.

 

Til hvønn kunnu viðkomandi upplýsingar latast?

Við hesum samtykki kann Trygd í sambandi við viðgerðina av míni sak lata víðari viðkomandi upplýsingar til:

- Arbejdsmarkedets Erhvervssikring

- Serlækna, ið skal útfylla eina váttan ella gera eina serlæknafráboðan

- Mína núverandi og fyrrverandi kommunu

- Sjúkutrygging "Danmark"

- Føroya Vanlukkutryggingarráð

- Onnur tryggingarfeløg

- Taks

 

Hvørji sløg av upplýsingum kunnu heintast, nýtast og latast víðari?

Samtykkið fevnir um at heinta, nýta og lata víðari hesi sløg av upplýsingum:

- P-tal

- Upplýsingar um heilsu, undir hesum upplýsingar um sjúku, sjúkueyðkenni og samband við heilsuverkið

- Skjøl frá Almannaverkinum, ið lýsa mína sjúkrasøgu, mína endurvenjingargongd, roynd at arbeiða,almenna pensjón v.m.

- Skjalprógv fyri sjúkutíðarskeiði

- Løgreglufrágreiðing, frágreiðing um gjøld og viðkomandi skaðafráboðanir til onnur tryggingarfeløg

- Fíggjarlig viðurskifti, undir hesum upplýsingar um løn, ársuppgerð og ein útgreining avsjúkudagapeningi

- Avgerðir, ið Arbejdsmarkedets Erhvervssikring hevur tikið í sakum, sum eru viðkomandi fyri mínavanlukkutryggingarsak

- Avgerðir, ið Føroya Vanlukkutryggingarráð hevur tikið í sakum, sum eru viðkomandi fyri mínavanlukkutryggingarsak

 

Frá hvørjum tíðarskeiði kunnu upplýsingar heintast?

Samtykkið fevnir um upplýsingar frá tíðarskeiði á 10 ár undan dagfestingini á hesum samtykki og fram
til tann dag, tá ið Trygd hevur tikið støðu til mína sak.

Trygd kann við ítøkiligari grundgeving eisini heinta upplýsingar frá tíðarskeiði undan ásetta tíðarskeiðnum
omanfyri, um grundarlag er fyri hesum.

 

Skuldi tú angrað samtykkið

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur við virknaði fyri framtíðina. At taka samtykkið aftur
kann hava ávirkan á møguleikan hjá Trygd at viðgera mína sak.

Tú tekur samtykkið aftur við at venda tær skrivliga til Trygd.

Feilur í veðurdata