Samtykki

Ferðatrygging

Trygd heintar upplýsingar fyri at kunna gera eina meting, um eg havi rætt til endurgjald. Trygd kann
í hesum sambandi lata upplýsingar víðari fyri at eyðmerkja meg (t.d. mítt p-tal) og eisini viðkomandi
upplýsingar um mína tryggingarsak og heilsustøðu til teirra, sum Trygd heintar upplýsingar frá. Tað
er Trygd, sum hevur ábyrgd av at nágreina og vísa teimum, sum upplýsingar heintast frá, hvørjar
upplýsingar eru viðkomandi.

 

Frá hvørjum kunnu upplýsingar heintast?

Við hesum samtykki kann Trygd, inntil avgerð er tikin í málinum, heinta viðkomandi upplýsingar frá:

- Mínum núverandi og fyrrverandi lækna

- Serlæknum, tannlæknum, alisviðgerum (fysioterapeutum), kiropraktorum og sálarfrøðingum

- Almennum og privatum sjúkrahúsum, klinikkum, deplum og starvsstovum

- Øðrum tryggingarfeløgum, undir hesum tryggingar umvegis gjaldkorti

Tey, ið eru nevnd omanfyri, kunnu við hesum samtykki, inntil avgerð er tikin í málinum, lata víðari
viðkomandi upplýsingar til Trygd.

 

Til hvønn kunnu viðkomandi upplýsingar latast?

Við hesum samtykki kann Trygd í sambandi við viðgerðina av míni sak lata víðari viðkomandi upplýsingar til:

- Læknar, sum skulu kanna meg, ella sum eg havi verið í viðgerð hjá; ella læknar, ið áður hava kannað meg,
og sum eg havi verið í viðgerð hjá

- Sjúkrahús, ið hevur havt eftirlit við mær, ella sum eg havi verið innløgd/innlagdur á

- Onnur tryggingarfeløg, undir hesum tryggingar umvegis gjaldkorti

 

Hvørji sløg av upplýsingum kunnu heintast, nýtast og latast víðari?

Samtykkið fevnir um at heinta, nýta og lata víðari hesi sløg av upplýsingum:

- P-tal

- Upplýsingar um heilsu, undir hesum upplýsingar um sjúku, sjúkueyðkenni og samband við heilsuverkið

 

Frá hvørjum tíðarskeiði kunnu upplýsingar heintast?

Samtykkið fevnir um upplýsingar frá tíðarskeiði á 10 ár undan dagfestingini á hesum samtykki og fram
til tann dag, tá ið Trygd hevur tikið støðu til mína sak.

Trygd kann við ítøkiligari grundgeving eisini heinta upplýsingar frá tíðarskeiði undan ásetta tíðarskeiðnum
omanfyri, um grundarlag er fyri hesum.

 

Skuldi tú angrað samtykkið

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur við virknaði fyri framtíðina. At taka samtykkið aftur
kann hava ávirkan á møguleikan hjá Trygd at viðgera mína sak.

Tú tekur samtykkið aftur við at venda tær skrivliga til Trygd.