• Skaðaviðgeri til Trygd

    Skaðaviðgeri til Trygd

    Vit sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum skaðaviðgera til Skaðadeildina. Deildin hevur ábyrgd av at viðgera allar skaðar, ið okkara kundar boða frá. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

    Um starvið
    Tín høvuðsuppgáva verður at viðgera fráboðanir um skaða frá bæði privat- og vinnukundum umframt at taka tær av endaliga skaðaendurgjaldinum. Í hesum sambandi fert tú m.a. at viðgera akfarsskaðar, skaðar á bygningar, innbúgv og aðrar skaðar.

    Í Trygd leggja vit okkum eftir altíð at veita okkara kundum eina so góða og skjóta tænastu, sum til ber. Tað er tí sera umráðandi, at tú ert før/ur fyri at veita dygdargóða tænastu í skaðaviðgerðini, og at tú samstundis tryggjar kundanum tað endurgjaldskrav, ið viðkomandi hevur rætt til.

    Um teg

    1. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hóskandi útbúgving

    2. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á økinum ella aðrar viðkomandi royndir, men hetta er tó ikki eitt krav. Vit eru sinnað at geva rætta persóninum neyðugu upplæringina.

    3. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini væl við at arbeiða í toymi.

    4. Tú hevur yvirlit – eisini tá ið tú hevur nógv um at vera.

    5. Tú tekur ábyrgd, dugir væl at raðfesta og at arbeiða saman við øðrum.

    6. Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við kundar - eisini í truplum støðum.

    Um okkum
    Trygd er eitt sterkt, nútímans tryggingarfelag, ið veitir skaðatryggingar til privatpersónar og virki.

    26 dugnalig starvsfólk starvast í Trygd, og vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar.

    Gerandisdagurin er merktur av samstarvi og hjálpsemi, og vit raðfesta at varðveita og menna eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

    Vit bjóða
    Eitt spennandi, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Starvið er tíðaravmarkað til 1 ár.

    Tú verður partur av einum virknum og nýskapandi toymi, og saman við dugnaligum starvsfelagum verður tú við til at flyta felagið inn í framtíðina. Vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi leiklut í at gera Trygd enn sterkari.

    Meira at vita
    Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ellu Mortensen, deildar-leiðara, á telefon 558 111 ella á elm@trygd.fo.

    Umsókn
    Send tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til HR@trygd.fo ella: Trygd, Oknarvegur 5, Postsmoga 44, 110 Tórshavn, att: Ella Mortensen

    Umsóknarfreistin er 5. desember.