21.05.2015 Veitst tú, hvat tú eigur?



Tað kann vera torført at fáa yvirlit yvir, alt tú eigur, men tað er týdningarmikið at tryggja tað rætt, um okkurt skuldi hent.
 
Trygd bjóðar tí til kaffiprát kring landið, har tú kanst læra at virðismeta og tryggja títt innbúgv rætt.
 
Kapping
Á hvørjum tiltaki hava vit eina kapping, har tú hevur møguleika at vinna eitt gávubræv frá Atlantic Airways á kr. 2.000.
 
Kappingin er skipað soleiðis, at á staðnum verður ein stór mynd av einum skápi við ymiskum innbúgvi uppsett. Á ein kappingarlepa, ið tú fært á staðnum, skalt tú geva títt boð uppá, hvat samlaða virðið á øllum lutunum á myndini er. Myndin av skápinum við innihaldi sæst eisini á sjálvum kappingarlepanum.
 
Tá kaffiprátið er liðugt, kunnu øll, sum hava verið til kaffiprátið, vera við í kappingini. Seðlarnir verða trektir á staðnum. Ein kappingarseðil verður latin pr. luttakara. Tann fyrst trekti seðilin, ið hevur ásett rætt virði, vinnur gávubrævið frá Atlantic Airways. Vinnarin má verða á staðnum og móttaka gávubrævið. Ein vinnari verður funnin til hvørt kaffiprát.
 
Kaffiprátini verða á hesum støðum:
26. mai Klaksvík, Skálin kl. 19.00
27. mai Skálavík, Hotel Skálavík kl. 19.00
28. mai Sørvágur, Hotel Vágar kl. 19.00
1. juni Tórshavn, Hotel Hafnia kl. 19.00
2. juni Runavík, Hotel Runavík kl. 19.00
3. juni Tvøroyri, Seglloftið kl. 19.00
 
Tiltakið er ókeypis. 
Luttøka í kappingini er ikki treytað av keypi av vøru ella tænastu frá Trygd P/F.
 

 


   Veitst tú, hvat tú eigur? Aftur