19.04.2016 Trygd søkir eftir næmingi


 

Vilt tú verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan?

 

Trygd er eitt tryggingarfelag, ið er í einari spennandi menningartilgongd. Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi og dynamiskt lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum.

 

Um teg

Tú ert ágrýtin, tær dámar at læra og at fáast við kundarøkt. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, ella verður liðug/ ur í summar.

 

Meira at vita

Meira fæst at vita á www.trygd.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Janus Thomsen, stjóra, á jat@trygd.fo ella við at ringja 358 100. Eisini ber til at lesa meira um útbúgvingina her.

 

Umsókn

Send tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til HR@trygd.fo ella:

Trygd

Oknarvegur 5

Postboks 44

110 Tórshavn

att: Janus Thomsen.

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. apríl 2016.


    Trygd søkir eftir næmingi Aftur